Samskipandi eindin á vitjan

oktober 6, 2020

Í dag var MEGD á fundi við samskipandi eindina, sum skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, virkar í verki á øllum økjum.

Hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at sáttmálin er settur í verk á sínum øki og hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina. Fyrsta samskipandi eindin fór til verka í apríl 2019. Tá ið nýggj samgonga fór til verka, var onkur útskifting í eindini, sum nú er farin verka.

Landsstýrisfólkini eru á einum máli um, at tað er av stórum týdningi, at hetta arbeiðið verður samskipað millum ráðini, so allir okkara borgarar fáa eins góðar sømdir og møguleikar at taka lut í dagsins samfelag.

Yvirskipaða endamálið við samskipandi eindini er at tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. Samskipandi eindin fer at umrøða forðingar í samfelagnum hjá fólki, ið bera brek, at virka á jøvnum føti við onnur, eins og eindin fer at taka upp brekpolitiskar spurningar við áhugafelagsskapir og onnur viðkomandi.

Uppgávan hjá limunum í samskipandi eindini er at tryggja, at politikkir, skipanir og reglur o.a. á teirra øki eru í samsvari við sáttmálan.

Samstundis fer samskipandi eindin at orða eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, sum sáttmálin fevnir um.

Tey, ið eru í samskipandi eindini eru: 

Nøvnini á teimum í Samskipandi eindini eru:

Bára Michelsen, Fíggjarmálaráðið
Andras Marr Poulsen, Fiskimálaráðið
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, Løgmansskrivstovan
Gunvør Balle, Uttanríkis- og mentamálaráðið
Kristianna Sjóvará, Uttanríkis- og mentamálaráðið
Kristianna á Lofti, Heilsumálaráðið
Jónas Tór Næs, Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Jákup Andrias Kristiansen, Almannamálaráðið
Jeanette Ellefsen Blaasvær, Almannamálaráðið
Eyðun Christiansen, Kommunufelagið, vantar á myndini

Seinastu tíðindi

Fíggjarpolitiskt regluverk

oktober 15, 2025

BREKUMBOÐIÐ Á VITJAN

oktober 10, 2025

Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demens undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar

oktober 3, 2025

Fosturtøka vegna sjúku, ættarbregði og tarn er eisini mismunur

september 30, 2025