Aðalfundurin 2021 - Tað ger ikki tað sama

februar 25, 2021

24. februar var ársins aðalfundur 2021 á skránni. Væl var møtt upp og fundurin var lívligur. Enn verða tilmælini hildin. Árið 2020 gjørdist, sum vera mann, øðrvísi bæði fyri meginfelagið og limafeløgini.

Á ársins aðalfundi var m.a. val at starvsnevndarlimum og tiltakslimum á skránni. Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, og Hallur Thomsen, formaður í Sclerosufelagnum, stillaðu ikki upp aftur. Fyri tey vóru Fía Petersen, forkvinna í Javna, og Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, vald. MEGD takkar Róu og Halli fyri gott samstarv og bjóðar Fíu og Bjørg vælkomnum í starvsnevndina.

Sum tiltakslimir vóru John William Joensen, nevndarlimur í Parkinsonfelagnum, og Sonja Tausen, forkvinna í Cøliakifelag Føroyar, vald.

Á næst komandi fundi fer starvsnevndin at skipa seg. Fleiri myndir frá fundinum eru her. 

Her finnur tú ársfrágreiðingina.

Seinasta árið hevur nógv verið á skránni í MEGD, og her kanst tú lesa formansfrágreiðingina 2021 undir heitinum Tað ger ikki tað sama.

 

Tað ger ikki tað sama

Árið í ár er eitt fagnaðarár. MEGD fyllir 40 ár dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 2021. Í 1981 vóru Føroyar øðrvísi, enn tær eru í dag – eins og brekøkið er tað. Hetta var eisini árið, sum Sameidu tjóðir ásettu at vera ár teirra brekaðu. Nógv varð gjørt burturúr og kom árið at vera enn ein varði á leiðini við áhaldandi arbeiði og sjálvari missiónini, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva. Í 40 ár hevur MEGD virkað fyri áhugamálum teirra, ið bera brek, og limafeløgunum.

Tað ger ikki tað sama, hvussu samfelagið er skipað.

 

Sjálvboðin

Á altjóða degi teirra, ið bera brek, 2020 varð varpað ljós á týdningin í sjálvbodna arbeiðinum. Vit eru sosialar verur. Hetta merkir millum mangt annað, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum fyri at fáa eitt gott lív.

Tí gevur tað meining, tá ið lívið bjóðar av, at vit leita til onnur í somu støðu, sum vit eru í. Har kenna vit okkum skilt og hoyrd, og har kunnu vit finna ráðgeving og hjálp.

Hetta er jú grundarlagið undir teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD, sum arbeiða hvør á sínum øki. Tit ráðgeva, skipa fyri tiltøkum og ávirka politisku skipanina til munagóðar batar.

Uttan tykkum vóru Føroyar fátækar, og tað ger ikki tað sama, um tit eru við ella ikki.

 

Orð sum spegilsmynd

Tað eru vit, sum kunnu ávirka. Millum annað politisku skipanina, samfelagið sum heild, hvussu vit síggja hvønn annan, og hvussu vit orða okkum í almenna rúminum. Hugsi, at allir hesir tættir hava týdning, tá ið vit hugsa um at menna fjøltáttaða brekøkið.

Við tíðini eru orð og hugtøk broytt. Høvdu vit í dag sagt “ár teirra brekaðu”. Eg hugsi ikki.

Orð hava megi, tey skapa veruleika. Tey ávirka almennan hugburð, og hvussu vit uppliva okkum sjálvi og onnur.

Tí ger tað ikki tað sama, hvussu vit orða okkum.

 

Bústaðir til øll

Orð eru eitt og heim er eitt annað. Heim til børn og ung við autismu, sambýlið til fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík, íbúðir í privatari bygging og hjá Bústøðum eru við til at fáa fólki, ið bera brek, tak yvir høvdið. Tó er bíðilistin langur. Her skal ein langtíðarætlan gerast, sum verður raðfest høgt. Samfelagið eigur fyrst og fremst at byggja til tey, ið ikki sjálvi megna at fáa sær bústað.

Tí tað ger ikki tað sama, hvar og hvussu vit búgva. 

Kommunurnar bjóða vælkomin

Heim okkara er partur av eini kommunu, og í november 2020 vóru limir aftur valdir í bý- og bygdaráðini, og hesi fara komandi árini at seta út í kortið við raðfestingum - eisini á brekøkinum. MEGD heitti á føroyingar til kommunuvalið at nýta síni rættindi at velja, tí ein av greiðu avbjóðingunum hjá kommununum er m.a. at gera bygningar, grøn økir og vegir og tað, sum hoyrir til eitt virkið lív atkomulig fyri øll.

Tað ger ikki tað sama, hvørjum kommunurnar bjóða vælkomnum.

 

Rørsla fyri øll

Og tað ger heldur ikki tað sama, hvør kann vera við. Vit skulu øll á ein ella annan hátt vera við.

Undir heitinum Rørsla í Føroyum var í vár farið undir at fáa føroyingar at røra seg meira. Í tí sambandi setti MEGD seg í samband við partarnar og við Pól Sundskarð fyri at fáa nakrar lættari túrar fyri fólk við rørslutarni við í lýsingarátakið. Nakrar túrar fyri tey, ið velja fjallatoppar og bygdagøtur frá, og sum tó vilja røra seg og njóta føroysku náttúruna. Hesir túrarnir liggja nú undir teiginum “Fjallatoppar” á pol.fo.

Nei, tað ger ikki tað sama, hvør kann vera við.

 

Matstovur fyri øll

Eins og fjølbroytt rørsla hevur týdning, so er matmentan og matstovuvitjanir í dag týðandi partur av hugna og samveru. Tí vóru øll vælkomin á sumri í 2020 at vísa MEGD á atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskti og ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll.

Tá ið avtornaði fingu 14 matstovur viðurkenning frá MEGD. Fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum, skulu hóskandi tiltøk setast í verk. M.a. so, at fólk, ið bera brek, sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Lívið er jú ein heild.

Tí tað ger ikki tað sama, hvussu vit skipa okkum á ymisku økjunum.

 

Hvør eri eg?

Partur av at vera eitt virkið menniskja er at hava eitt mál og at samskifta. Mál eru ymisk. Í málinum liggur møguleikin at siga, hvør eg eri, at ávirka persónlig viðurskifti og siga, hvat eg vil og ynski. Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru borgarar í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir.

Her hugsi eg m.a. um Karlstad-modellið, møguleikar at menna samskifti hjá fólki við afasi, at menna føroyska teknmálið, og at tey, ið hava fingið Cochlair Implant fáa venjingar- ella menningarætlan.

MEGD hevur víst á, at okkum tørvar ein Samskiftisdepil. Ein Samskiftisdepil hevði givið ymsu fakfólkunum innan økið møguleika at samstarva og eisini ráðgeva, veita hjálp og stuðul og at leggja ætlanir fyri menning við ítøkiligum og persónligum einstaklingamálum.

Tað ger ikki tað sama, hvussu ella um vit samskifta.

 

Hoyringar hava týdning

Samskifti hevur týdning. Eisini tá ið arbeitt verður við fíggjarlóg. Seinast vóru lógarbroytingar ikki sendar til hoyringar. Vit eiga at hava tíð, tá ið politiska skipanin ger broytingar. Serliga gav tað at bíta við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, har politiskur vilji var fyri at broyta eina skipan, sum var góð. Longu nú síggja vit avleiðingarnar.

Tað ger ikki tað sama, um politiska skipanin hoyrir ella ikki.

 

Mannarættindi í Føroyum

Umframt hoyringar og arbeiðið við ST-sáttmálanum skulu Føroyar í februar 2021 lata inn yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum (Universal Periodic Review). Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari hoyring. Endamálið var, at borgarar og áhugabólkar fingu høvi at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum.

MEGD sendi vegna limafeløgini inn frágreiðing, sum nú liggur saman við øðrum frágreiðingum á megd.fo.

Tí tað ger ikki tað sama, um vit uppliva mannarættindi í verki ella ikki.

 

Livikorkanning

Í ár verða livikor hjá fyritíðarpensjonistum kannað. Endamálið er at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjonistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD fyri bøttum umstøðum. Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, er verkætlanarleiðari.

MEGD takkar Granskingarráðnum og Betri Stuðul fyri stuðulin, sum kemur at fíggja verkætlanina.

Tað ger jú ikki tað sama, hvussu vit hava tað.

 

Føroysk list í New York

14. februar er Valentinsmessa, og tá verður fokus sett á kærleikan. Í ár setti felagsskapurin Positive Exposure seg í samband við MEGD um at fáa føroyska list við til eina framsýning í New York, og Verkstaðið Vón ivaðist ikki um luttøkuna.

Positive Exposure arbeiðir fyri einum meira fevnandi heimi við myndum, undirvísing, framførslum og list sum heild. Tey samstarva við feløg, felagsskapir, skúlar, sjúkrahús o.o. um allan heim. Eitt av slagorðunum er, at tað er í ymisleikanum, at vit finna vakurleikan.

Av tí, at tað ikki ger tað sama, hvussu vit síggja hvønn annan, eiga vit at broyta, hvussu vit hyggja og uppliva, hvussu vit sjálvi broytast.

 

Tað ger jú ikki tað sama

MEGD hevur arbeitt við málum, sum hava grundleggjandi týdning fyri brekøkið. Tí tað ger ikki tað sama, um vit:

  • verja tey veikastu, tá ið verkfall er
  • um sosialráðgevari er tøkur í heilsuverkinum
  • um tey, ið brádliga fáa avbjóðingar, fáa venjing at koma seg aftur
  • um vit fáa eitt talsfólk á brekøkinum
  • um samskipandi eindin er virkin
  • um føroyskar sendingar verða tekstaðar
  • ella um Føroyar fáa eina brekpolitiska virkisætlan

 

Fagnaðarár

Í ár fyllir MEGD 40 ár, og dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum við bókaútgávu, framløgum og øðrum. Vit gleða okkum at vera saman við tykkum hendan dagin.

At enda vil eg takka Steindóru, sum er á skrivstovuni, og aðalskrivaranum, Jónvør. Takk fyri gott samstarv og orkuna, tit leggja í starvið.

Hjartaliga takk til tykkum í limafeløgunum.

Við vón um, at komandi árið verður frælsari í allar mátar, eisini tá ið hugsað verður um tiltøk, ið vóru av ongum farna árið. Saman við tykkum standa vit sterk, og tað ger ikki tað saman, hvat vit gera.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024