Sáa saman við MEGD

oktober 24, 2021

Á 40 ára degnum hjá MEGD fingu vitjandi ein pakka av fræ, og á baksíðuni stendur Sáa saman við MEGD. Fræini geva margarittur í alskyns litum, so nú er bara at sáa.

Fræini vóru givin við vón um, at tey bera ávøkstur, eins og sjálvur dagurin og framhaldandi arbeiðið á brekøkinum.

Sagt er um margarittur, at tær eru fleirára prýðisplanta við prýðisblómum. Tær eru vakrar, lættar og lagaligar at arbeiða við. Tær blóma um summarið. Avgerandi er, at karmarnir um prýðisplantuna eru góðir, tó at hon ikki er kravmikil.

Tí eru tað fá grundleggjandi viðurskifti, ið skulu tryggjast, fyri at fáa tær at vaksa. Fyrstu tíðina skulu tær hava ríkiligt av vatni, og tær trívast best í sól.

So, grava eitt djúpt og breitt hol, so vøksturin fær møguleika at festa rót, uttan at rótin seinni fær skaða. Legg síðani mold oman á, so holið fyllist og lat nógva vatnið treingja niður í moldina. Gott er eisini at stíga varliga á moldina, so hon gerst fastari.  

Margarittur vaksa eisini væl í pottum í vindeygakarminum, á svalanum ella úti í urtagarðinum. Tá er tað saman galdandi - nógv vatn og ljós.

Margarittur kunnu gerast ein metur høgar, og tí kann tað hava týdning, at tær fáa okkurt at styðja seg til.

Góð gróðrarlíkindi krevja rættar karmar og um neyðugt okkurt at styðja seg til. Soleiðis er margarittur eins og menniskju.

Um tú ynskir at sáa saman við MEGD, so eru pakkar við fræ at fáa á skrivstovuni. Týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10-15.

MEGD ynskir øllum góðan gróður!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024