Raðfestið heildartørvin hjá borgarum hægri

juli 14, 2022

Í mong ár hevur alment verið víst á manglandi dialysuviðgerð kring landið. Fyri nýrasjúklingar er ynskið um viðgerð í nærumhvørvinum, so persónliga orkan verður varðveitt til at hava ein so virknan gerandisdag sum gjørligt. Grein 25, stykki c, í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, staðfestir, at myndugleikarnir hava skyldu til at útvega heilsutænastur so nær sum gjørligt bústaðnum hjá borgaranum eisini úti um landið. Tí alneyðugt er at síggja heildartørvin hjá borgarum, áðrenn, undir og eftir sjúkraviðger.

 

Tørvur á bráðloysn

Eftir at fólkavaldur politikari í Degi og viku hevur úttalað seg um væntandi tilboð til sjúklingar í Suðuroy, mótmælir Serlæknafelag Føroya í grein, tí lagt verður eftir einum av limunum í serlæknafelagnum, og rørt verður uppundir, at yvirlæknin ikki tekur ábyrgd og ger sítt arbeiði til lítar.

MEGD, ið seinastu árini hevur fylgt gongdini hjá borgarum við nýrasjúkum, má tíverri aftur staðfesta, at teir borgarar, sum sambært serlæknafelagið eru í best røkta sjúklingabólkinum í Føroyum, samanumtikið hava avmarkaða og óneyðugt niðursetta lívsgóðsku. Hetta eigur ikki at verða góðtikið.

Tá tað ikki er ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa eitt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so átti avvarðandi myndugleikar langt síðandi havt funnið útav, hvør so skal gera tað.

Í eini handavending er eingin, ið krevur, tí hesar avbjóðingarnar hava verið kendar í fleiri ár. At eingin bólkur fyrr er settur at lýsa tørvin og koma við tilmæli um, hvussu eitt tílíkt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundi verið skipað, kunnu vit bara undrast á. Vit vóna at hetta arbeiðið verður framt skjótt við virðing fyri viðkomandi borgarum og avvarandi teirra.

 

Tey, ið best kenna avbjóðingarnar

Sigrið Mikkjalsdóttir, ið hevur heimadialysu, rósar í viðmerking, eins og Serlæknafelagið, viðgerðini á Landsjúkrahúsinum. 

Víðari vísir hon hinvegin á, at dialysuviðgerð er fyri fleiri ein lívslong viðgerð, og at tað merkir viðgerðir einar tríggjar til fýra ferðir um vikuna. Tí er tað neyðugt, at lívsgóðska fylgir við, tí her skal talan ikki bara vera um at yvirliva. Dialysuviðgerð í nærumhvørvinum er tá svarið, so sjúklingar sleppa frá at brúka nógvar tímar fleiri ferðir um vikuna at ferðast. Her er talan um borgarar við varandi sjúkum, og har orkan  tíðum er avmarkað.

Áheitanin frá Sigrið er greið: - Lovið teimum at brúka tað sindrið av orku, sum tey hava eftir, uppá tað, sum gevur teirra lívi innihald! Hetta snýr seg bara um sjúklingin, og at sjúklingurin altíð skal vera í miðdepilinum.

 

Lurtið eftir felagnum og sjúklingunum

MEGD heitir við hesum á avvarðandi myndugleikar um at lurta eftir Nýrafelagnum og virða teir borgarum við nýrasjúkum, ið hava rætt til virðiliga viðger í nærumhvørvinum. Finnið skjótt eina virðiliga loysn, so borgarar og avvarðandi kenna seg trygg og kunnu hava ein so góðan og virknan gerandisdag sum gjørligt.  

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024