Altjóða dagur teirra, ið bera brek, 2022

desember 2, 2022

Ver vælkomin á almennan borgarafund á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 3. desember kl. 13-15 at hátíðarhalda altjóða dag teirra, ið bera brek, saman við okkum.

Tá skipar MEGD fyri pallborði við tveimum valevnum úr øllum politisku flokkunum við yvirskipaða spurninginum: Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag? 

Hóast spurningurin kann undra, so seta vit hann við støði í avgjørdum manglum í verandi skipanum, og hvussu tær virka í verki. Vanliga samanbera vit okkum við norðurlendsku vælferðarsamfeløgini, sum eru kend fyri at veita góðar vælferðartænastur. Søguliga eru føroyskar vælferðartænastur ungar. Tað eru bara eini 50 ár síðani, vit byrjaðu at bjóða okkara heim aftur av stovni í Danmark.

Síðani tá hevur samfelagið staðið fyri stórum broytingum og tillaginum, sum vit gleðast um. Nú ræður um at standa saman um at loysa tær grundleggjandi avbjóðingarnar, ið ov mong merkja í gerandisdegnum. Neyðugt er at samskipa økini betri, so tey tosa saman og seta menniskjað í miðdepilin, og við miðvísum arbeiði og nøktandi fígging skipa tilboð og tænastur.

Vit síggja, at mong okkara stríðast – serliga við skipanir.

MEGD er eitt meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum. Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvunum føti við onnur.

Seinastu dagarnar hava vit á sosialu miðlunum varpað ljós á persónligar søgur við tilvildarliga valdum nøvnum, sum vit vita eru umboðandi fyri fleiri. Millum aðrar eru tær:

  • Bráðfeingis byggiætlanir til Ásu og 502 aðrir føroyingar, ið bera brek, sum ikki fáa egnan bústað
  • Betri skipað og virkið samstarv við Mikkjal og onnur sjálvboðin í limafeløgunum, sum ov ofta ikki verða hoyrd
  • Lívið uttan samskifti er einki lív, og tí kundi ein samskiftisdepil hjálpt Hannu og øðrum føroyingum, ið hava avbjóðingar við millum annað at hoyra, tosa, minnast, skriva og lesa
  • Uttan hagtøl og gransking vita vit ikki við vissu, um Jákup og aðrir føroyingar fáa nøktandi vælferðartænastur – her eisini hugsað um starvssetan
  • Tann góða tilgongdin eigur at vera uppraðfest, so hon eisini fevnir um Silju og onnur børn, ið bera brek
  • Tilbúgvingarætlanir skulu millum annað tryggja Tummasi, at hann ikki skal flyta út heimi sínum, tá ið verkfall er
  • Ein samskipað heildarætlan fyri endurmenning eigur út frá egnum ynskjum geva Drós møguleika at fáa eitt innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív

Um loysnirnar skulu verða munagóðar er neyðugt við miðvísum langtíðar ætlanum. Tí skal ein brekpolitisk virkisætlan gerast, og eitt talsfólk á økinum skal setast í verk. Við støði í verandi avbjóðingunum við skipanum, tænastum og manglandi vardum bústøðum seta vit tí spurningin: Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?

Tvey pallborð verða við støði í yvirskipaðu evnunum:

1. Bráðfeingis byggiverkætlanir til fólk, ið bera brek
- hvussu tryggja vit virðiligar bústaðir til 503 borgarar, ið bera brek, innan 10 ár?

2. Munabetri samskipan fyri at basa tvørgeiraligum avbjóðingum
- hvussu kunnu vit tryggja nøktandi fígging og betri samskipan millum verandi heilsu- og almannatænastur soleiðis, at borgarin fær hjálp uttan mun til hvørja diagnosu, brek ella sjúku?

Eisini fáa áhoyrararnir høvið at seta spurningar, og tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum á Rás1 og stroymt á hesari heimasíðuni. Sí leinkju fyrst í hesari greinini.

Vit vóna at síggja teg, tí øll eru hjartaliga vælkomin!

MEGD

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024