Einki um okkum uttan okkum

januar 11, 2023

Nú Løgmansskrivstovan fyrr í vikuni legði fram almenna eftirmeting av koronastýringini, undrast MEGD á, at limafeløgini, sum umboða fólk í serligum vandabólki, ikki vóru boðin við. Tí hvussu kunnu myndugleikarnir vita, um átøk ella lógir virka á rættan og rímiligan hátt fyri okkum, ið bera brek, um vit ikki verða hoyrd?

Í ov avmarkaðan mun tikin við

Systirfeløg hjá MEGD kring allan heim hava gjørt vart við, at tey í ov avmarkaðan mun hava verið hoyrd og tikin við uppá ráð, tá ið átøk hava verið skipað í sambandi við koronafarsóttina. Lív og heilsa hevur til tíðir verið hótt, og lógartryggjað rættindi hjá fólki, ið hava varandi sjúkur og bera brek, hava í fleiri førum verið skerd.

Sjálvsagt hevur tað stóran týdning, at vit í øllum hesum ikki eru eftirbátur, og tí eigur kreppustýring í framtíðini, frá byrjan til eftirmeting, at vera skipað í samstarvi við sivilsamfelagið.

Eftirmetingin hjá Løgmansskrivstovuni vísir yvirskipað, at Føroyar kláraðu seg væl gjøgnum álvarsomu koronakreppuna. Hetta verður bygt á tríggjar sannroyndir: at lutfalsliga fá fólk doyðu av sjúkuni í Føroyum, at kreppan ávirkaði í minni mun gerandislívið hjá fólki í Føroyum enn aðrastaðni, og at hugburðurin hjá almenninginum gjøgnum at kalla alla kreppuna var, at tiltøkini hjá myndugleikunum vóru hóskandi. Eftirmetingin byggir á 36 hoyringarsvar frá stovnum, fyritøkum og fakfeløgum. Spurningurin er so, hví sivilsamfelagið ikki varð umboðað.

 

Hvussu við fólki í serligum vandabólki?

Limafeløgini hjá MEGD umboða fólk, ið hava varandi sjúkur og bera brek. Ofta verða hesi mett at vera í serligum vandabólki. MEGD fegnast um, at eftirmetingin varð gjørd, og undrast tó samstundis á, at feløgini ikki vóru boðin at luttaka ella spurd um egnar royndir, áskoðan ella lívskor, bæði undir og eftir kreppuna.

Kanningar í øðrum londum vísa, at koronaátøk til tíðir hava ført við sær, at búskaparlig, sosial, almenn og heilsulig rættindi hesa tíðina vóru avmarkað ella tikin frá teimum, ið bera brek og hava varandi sjúku. Í Føroyum er trupult at gera eina væl grundaða meting av hesum undir koronstýringini, tí tey ikki vóru tikin við í eftirmetingina.

Sostatt kunnu vit staðfesta, at vit framvegis ikki vita, um støðan varð – ella er – verri ella frægari í Føroyum, og at grundarlagið fyri at gera batar til framtíðar átøk og lógir er veikari, enn tað átti at verið. Hagtøl og gransking eru treyt, um vit ynskja at menna mótstøðuførið og tilbúgving til framtíðar kreppur.

 

Tilbúgving uttan sivilsamfelagið er ikki nøktandi

Hugvekjandi er, sum eftirmetingin vísir, at kreppan hevði negativar avleiðingar fyri starvsfólkatrivnað á fleiri økjum, sum hava undirvísing, uppaling og umsorgan sum høvuðsuppgávu; serliga fyri front-line starvsfólk, fyri tey, ið tulkaðu tilmælini fyri skúlar, dagstovnar, eldraøkið og stovnar undir Almannaverkinum.

Eftirmetinging vísir millum annað til kanningar á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, at fólk yvirhøvur vóru nøgd við tey tiltøk og tey tilmæli, sum myndugleikarnir settu í verk. Her verða fólk, ið bera brek, ikki málrættað tikin við. Heldur ikki tá ið Løgmansskrivstovan gjørdi spurnakanning í apríl 2021.

Í ljósinum av hesum átti eftirmetingin við hægstu raðfesting at kanna nærri, hvussu nevndu avbjóðingar ávirkaðu tey, sum koronaátøk upprunliga vórðu ætlað at verja. Kanningarnar kundu tá eisini verið grundarlag fyri, hvussu framtíðar átøk kunnu skipast á rættan og rímiligan hátt, so vandin fyri, at tað gerst neyðugt at skerja lógartryggjað rættindi undir kreppum, kann avmarkast.

 

Fevnandi leistur

Við hesum í huga vildi MEGD ynskt, at tilbúgvingin í Føroyum varð skipað sambært einum fevnandi leisti, ið leggur upp til, at felagsskapir í sivilsamfelagnum luttaka og verða hoyrdir, har tað er neyðugt. Tilbúgvingarleisturin eigur at taka hóskandi atlit til fólk, ið bera brek, avvarðandi teirra, og aðrar samfelagsbólkar, ið eru í øktum vanda fyri at verða fyri mismuni orsaka av kreppuni. Kreppur eru ymiskar, og tí er neyðugt at gera ymiskar ætlanir og váðametingar út frá ymiskum kreppum.

Harumframt kunnu kreppur raka brádligt, og tí er eisini grundleggjandi við góðari fyrireiking soleiðis, at greiðar mannagongdir verða avtalaðar í friðartíð fyri, hvussu fólk, ið hava brek, eru við. Onnur lond hava greiðar ætlanir fyri, hvussu sivilsamfelagið virkar undir kreppum, og ofta hava felagsskapir týðandi leiklutir í stýringini, tá ið kreppur raka.

 

Umboðan úr sivilsamfelagnum

Royndir í øðrum londum vísa, at samfeløg sjálvt í friðartíð hava trupult við at tryggja javnrættindi og at inkludera okkum, ið bera brek. Hetta í útbúgvingarskipanir, heilsurøkt, inntøku og annars luttøku á jøvnum føti við onnur. Í kreppustøðum gerst hetta sjónligari og viðkvæmari, um vit ikki verða inkluderað í mannagongdir, tilmæli og átøk. Vit eru tá í størri vanda fyri fátækradømi, harðskapi, vanrøkt og misnýtslu. Er tað eisini soleiðis í Føroyum? Kanska – ella kanska ikki.

Tí hevur tað stóran týdning, at viðkomandi umboð fyri sivilsamfelagið verða boðin at luttaka frá byrjan og verða tikin við í eftirmetingum. Tá ið talsfólkið fyri brekøkið, brekumboðið, væntandi skjótt verður veruleiki, er gylt høvi, at fara undir at menna ein samstarvsleist, har avvarðandi feløg verða boðin at luttaka á ein munagóðan hátt, so einki verður um okkum uttan okkum.

Sí í hesum sambandi eisini seinastu grein frá MEGD: Samstarv styrkir skipanir

Seinastu tíðindi

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024

Áseting av pensjónsaldri hjá fólki, ið bera brek

desember 5, 2024

Avmarkað eftirlit við týðandi rættarreglum

desember 5, 2024

Góðan altjóða brekrættindadag - Einki um okkum uttan okkum

desember 3, 2024