Aðalfundurin 2024

januar 12, 2024

Lýst verður til aðalfund á Hotel Hilton mikudagin 14. februar kl. 17.00.

Skrá:

a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn.
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Tveir limir standa fyri vali.
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn.
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin og uppskot til forkvinnu/mann og starvsnevndarlimir skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi 24. januar 2024.

Limir í limafeløgunum hjá MEGD kunnu møta á aðalfundinum.

Vinarliga boða frá luttøku á megd@megd.fo ella á tlf. 317373 týsdag-hósdag kl. 10-15 í seinasta lagi 7. februar 2024 kl. 12.

Starvsnevndin

Seinastu tíðindi

Inklusjón í ráðum og útbúgvingum á Fróðskaparsetri Føroya

januar 13, 2025

Inklusjón í fólkaskúlanum

januar 13, 2025

Heilsupolitikkur fyri Føroyar 2025-2035: Øll hava rætt til góða heilsu

januar 6, 2025

Gleðilig jól og gott nýggjár

desember 22, 2024